Um tú hittir jólamannin

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Ingi Isaksen

Um tú hittir jólamannin
sig mær hvar hann býr
Eg havi skrivað ynski míni
Á eitt stórt pappír
Og eisini eina tekning
Í ár hann fáa skal
Eg havi roynt í dagavís
At skikka mær so væl

Um tú hittir jólamannin
Lat hann vita tað
Í fjør eg fór á posthúsið
Og brævið fór avstað
Eg fekk nógvar gávur
og nøgdur vera kann
Frá øllum sum eg kenni
Men tín kom ikki fram

Um tú hittur jólamannin
Tú fert langa leið
Peika honum húsini
Villast má hann ei
Vit hava ongan skorstein
So hann vita má
At lykilin til dyrnar
Hongur nagla á

Um tú hittir jólamannin
vitjar hansar skjól
Har allar fittu nissurnar
Halda saman jól
sig við hann í Føroyum
Øll børn nú gleða seg
Men spentastur av øllum
Tað mann vera eg

FavoriteLoadingGoym tekstin