Um tú nívdur ert av byrðum

Orð: William J. Gaither og Gloria Gaither
Lag: William J. Gaither
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Joy comes in the morning

1. Um tú nívdur ert av byrðum,
og um hjartað sorgir ber.
Er tað, eins og sálin falla vil í fátt?
So minst tó til, tú ei ert fyrstur
at kenna lívið so;
men tín Harri lovar morgun eftir nátt.

Niðurlag: Lyft høvur hátt,
tí brátt verður morgun.
Skjótt um ytstu sýn farið er.
Lyft høvur hátt,
tí brátt verður morgun.
Tá myrkast er, so skjótt at lýsa fer.

2. Hevur alt tú bygt á virði tey,
sum eldur royna skal,
lagt títt lív og alt í tað, sum einki var?
So slepp nú øllum, ið má fara,
mót tí, tú missir ei.
Tað er leiðin til tann frið, Gud goymir tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin