Um tú søkir heimsins lyst og æru

Orð: Elsa Eklund
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Um tú søkir heimsins lyst og æru,
vinnur heimsins eyð og høgan sess,
men tó vrakar tað Guðs náði gevur,
tómt gerst lívið, dapur endi tess!

Niðurlag: Hvat er vunnið, um tín sál fer glatað
inn á ævinleikans myrka fund?
Hvat er eydnan, tá hon bliknar, svinnur
fyri deyðans myrku, køldu stund?

2. Um í lívsins stríð tú framgongd hevur,
um tú náddi hugans hægsta mál,
men tó doyvir sálarrópið eyma,
fátæk lívsins kvøld gerst tá tín sál.

3. Um tú vinnur vinir, sum tær fagna,
vinnur ríkidømi lívs og meir,
men er uttan vón í ævir allar,
ogn og vinir tá hvat hjálpa teir?

4. Vilt tú vinna lív í ævir allar,
og ta dýrd, hvørs skyn ei viknar, fer?
Lat so upp nú Jesus á teg kallar,
einans Jesus her teg sælan ger.

Niðurlag: Tá er vunnið alt, tín sál kann ynskja,
tá tú fara skalt í deyðans blund;
eydnan funnin, sum ei bliknar, svinnur
fyri deyðans myrku, køldu stund.

FavoriteLoadingGoym tekstin