Um tú vilt gleði vinna

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag 1: Martin Restorff Jacobsen
Lag 2: Melchior Teschner
Lag 3: Niels Wilhelm Gade

1. Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.

2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra alt. Guð gevi,
vit teljast millum tey.

FavoriteLoadingGoym tekstin