Um tung mær mong ein løta var

Orð og lag: Eyðun Jacobsen

1. Um tung mær mong ein løta var,
tú, Harri, altíð vart mær nær.
So gott tað var, tá tíð var vánd,
at kenna tína sterku hond.

Niðurlag: Hvønn dag, hvørt stig
tín hond meg leiða vil,
inntil eg skal
í sæla himmalstað
í ævir syngja fagnaðarlag.
Hvør løta sæl tað verður ein dag.

2. Tín hond meg leiðir fram á leið,
og fíggindan eg óttist ei.
Tú um meg setur verjugarð.
Eg tryggan kenni meg hjá tær.

3. Tá náttin kemur, og eg skal
til hvíldar leggjast, veit eg væl,
at verndarhond tín henda veg
til fulnar heim skal leiða meg.

4. Takk, Jesus, fyri sælan frið,
og fyri tína náði við.
Mín synd varð søkt í djúpa hav,
og lívið ævigt tú mær gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin