Um her vit allan heimin kunnu eiga

Victor Danielsen
Orð: Nils T. Breiung
Lag: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen

1. Um her vit allan heimin kunnu eiga
og góðs og stórar jarðir burtur leiga,
hvat er tað alt tó uttan tap og skarn
ímóti tí at vera eitt Guds barn!

2. Basúnin síðsta einaferð skal ljóða;
tá síggjast skal, hvør valdi lutin góða;
tá Kristi flokkur treystur standa kann,
men neyð og ræðsla hini grípa man.

3. Tá sól og máni út úr støðu vikast,
og jørð og himmal út við skundi strikast,
tá vera heimsins stóru illa hýrd,
tí tá skal brenna teirra ogn og dýrd.

4. Eitt heim eg eigi hátt í Himmalsølum,
eg fari skjótt úr hesum táradølum,
og tó at bylgjan brýtur hátt um stavn,
eg lendi skjótt tó í tí tryggu havn.

5. Mær Jesus atgongd vann til staðin fríða,
og skjótt so skal eg inn um portrið stíga,
og tá ið fyrst eg komin eri har,
eg gloymi skjótt alt stríð, á foldum var.

6. Og um eg her skal lítil, armur vera,
skjótt skal eg lívsins hvíta klædning bera;
lat heimin søkja hetta, sum er smátt!
Er Jesus mín, er alt í ævir gott.

FavoriteLoadingGoym tekstin