Um vit trúgva á Gud

Orð: John H. Sammis
Lag: Daniel Brink Towner
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Trust and obey

1. Um vit trúgva á Gud,
um vit lýða vár Gud,
hvussu ljós er tá ikki vár leið!
Tann, ið lýða vil hann,
tann, ið lítur á hann,
fær at síggja, Gud svíkur hann ei.

Niðurlag: Lýða vár Gud,
hava trúgv til vár Gud,
tað er leiðin til lukku:
Lýða, trúgva á Gud.

2. Eingin bylgja kann slá,
eingin ódn okkum ná,
tá ið Gud er vár borg og várt skjól;
eingin nátt er ov long,
eingin leið er ov trong,
tá ið Harrin er skjøldur og sól.

3. Ei er byrðin ov tung,
ei er økslin ov ung,
bert vit vita, at Harrin er við;
eingin sorg, eingin neyð,
hvørki lív ella deyð,
okkum sakar við hansara lið.

4. Harrans kærleik í barm,
Harrans megi í arm,
tað fær tann, sum vil lýða vár Gud;
Harrans gleði í sál,
Harrans vilja sum stál,
tað fær tann, sum vil trúgva á Gud.

FavoriteLoadingGoym tekstin