Umborð á “Krákuni” vit sita

Orð: Malvinus Joensen (Malvinus i Krotugrøvini)
Lag: Ókendur
Viðmerking: Yrktur undir læknastríðnum.

1. Umborð á “Krákuni” vit sita,
mangan tankarnar vit flyta
til tey kær, sum vit eru tiknir frá,
kæru børn og konur kæru,
sum vit skiltust frá við æru,
sum ei boyggjast kann við hund og vold og makt.

2. Tit, sum á Klaksvíks gøtum ganga,
sum av tonkum halla vanga
um tað óskil, sum í bygdini fer fram:
Inn í heim við galnum hundum
og við byrsum á náttarstundum
verður faðir, bróður, maður tikin frá.

3. Og tey børnini, ið síggja
pápan undan byrsum flýggja
frá tí smáttu, har bert gleðin hevði vald,
lítla hjartað saman krympast,
eftir friði, anda hinkar,
meðan tankarnir teir leita eftir vald.

4. Smáu hendur saman faldast
upp til hann, ið øllum valdar:
“Ver hjá pápa, mammu, systur, beiggja, mær!”
Harrans eygu munnu flyta
til teir fangarnar, ið sita
í tí fangatippi, landastýrið gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin