Undarliga ríman

Orð: Regin Dahl
Lag: C.A. Kern

1. Jørðin er so undarlig,
fjøll og djúpir dalir –
yvir henni stjørnulið,
í høvum leika hvalir.

2. Menniskjan á blettum býr,
rottan allastaðni, –
hølast hjá monnum mildar kýr,
eisini høsn og hani.

3. Mjúkan suða korn og strá,
í pálmum apur gneggja,
dunnur damla út á vág
við fagurlittum steggja.

4. Sólin bræðir summi støð,
jøklar háfjøll hylja –
menniskjan við grønan bø
man so lítið skilja.

5. Jørðin er so undarlig
undir stórum stjørnum –
biðja vit tann ríka Guð
goyma at sínum børnum.

FavoriteLoadingGoym tekstin