Undir krossi lá hin leiðin harða

Orð: Wilhelm A. Wexels
Týtt: Victor Danielsen

1. Undir krossi lá hin leiðin harða,
Jesus mátti ganga foldum á,
hann ígjøgnum deyðan mátti fara,
áðrenn lívsins krans hann kundi fá.

2. Undir krossi gremja er og grátur,
hjartans ynski doyggja ei so lætt,
vætast eygað má og tagna látur,
áðrenn krossins leið vit læra rætt.

3. Undir krossi kann tó hjartað smíla,
tá tað eina Jesus elska kann,
undir krossi kann tó hjartað hvíla,
tá tað bert kann trúgva rætt á hann.

4. Undir krossi verður krúnan vunnin,
lívsins krúna, glitrandi og bjørt;
hon ígjøgnum freistingar varð funnin,
gjøgnum tol, tá náttin mest var svørt.

5. Undir krossi hvørt eitt gudsbarn gongur,
tó á øll ei líka verður lagt,
undir krossi ljóðar teirra songur,
har tey tolin, sameint halda vakt.

6. Men tá endað er øll krossins møði,
málið nátt, og strítt hitt góða stríð,
tá í Himlinum í frið og frøi
sálin hvíla skal í alla tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin