Undir krossinum

Orð: Hjalmar Hansen
Týtt: Johs. Mortensen

1. Beri eg sorg, sum man tyngja mítt sinn,
væta mítt eyga, fær tár á mín kinn,
gera mær alljósan dag um til nátt,
her undir krossinum broytist alt brátt!

Niðurlag: Niður við krossin boyggi eg meg,
niðri við krossin – frið finni eg.
Hvat mær er fyri, og hvat ið ber á:
við Jesus kross eg Guds kærleik kann sjá!

2. Havi eg roynslur, ið níta mær fast,
níva meg niður, so vón eingin sæst,
flýggi eg til henda elskaða stað,
her undir krossinum klárnar ein dag!

3. Herjar meg freistingin so tølandi sterk,
doyvir mær viljan at gera Guds verk,
bivar mín sál undir freistarans hond,
her undir krossinum slitna hans bond!

4. Hvat mær er fyri, hvat henda mær kann,
trygd undir krossinum altíð eg fann.
“Eg eri við tykkum”, hevur hann sagt,
her undir krossinum alt nú er lagt!

FavoriteLoadingGoym tekstin