Undir stjørnunum

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Undir stjørnunum hongur mánin nú.
Undir mánanum villist tú.
Reikar millum vón og iva,
millum dag og dimmi.
Undir stjørnunum vála vit.

Undir sólini vaksa mannabørn.
Undir hválvinum vaknar lív.
Somu luft vit anda,
sama vatnið sløkkir tostan.
Undir hválvinum vakna vit.

Eitt sprøklut fylgi á ferð á vónarvíddum,
– hvar gongur leið, hvar gongur leið?
Um tungar tindar og mjúkar grønar dalar,
– har gongur leið, har gongur leið!

Eg skal styðja teg, tá tú snávar á.
Eg skal bera teg um villan streym.
Tá tú troytt ert sovnað
skal eg vaka yvir tær.
Undir stjørnunum elska vit.

FavoriteLoadingGoym tekstin