Undir veingjaskugga Harrans finnur sál mín lívd og læ

Orð: Ellen Lakshmi Goreh
Lag 1: George Coles Stebbins
Lag 2: Hákun Djurhuus
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: The secret of his presence

1. Undir veingjaskugga Harrans finnur sál mín lívd og læ,
lærir sannleikar so dýrar, hon ei áður hevur sæð.
Tá ið heimsins royndir tyngja, við hans bróst eg leggi meg,
og tá Satan vil meg freista, har eitt skýli finni eg.

2. Er mín sál enn tyst og hungrað, mína svongd hann mettar tá,
og eg sløkkja kann mín tosta við ta krystallkláru á,
Jesus hjá mær er, og njóta vit eitt samfelag so søtt.
hann er øll mín troyst og gleði, og hann lívgar hjartað møtt.

3. Tá eg sigi honum frá tí trongd og sorg, ið níva meg,
lurtar hann í tolni eftir mær og lýsir upp mín veg.
Hevði hann meg ikki rættleitt, víst á synd og brek hjá mær
og meg aldri hevði hartað, eingin vinur hann tá var.

4. Vilt í einsemi tú fegin vera Harra tínum nær,
set teg niður við hans føtur, signing hans í løn tú fær;
tá so hvørja ferð tú reisist hesum dýra staði frá,
skal títt andlit spegla ljóman, ið tú finnur honum hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin