Undirgangstónar

Orð og lag: Swangah Dangah

Í storminum vit hyggja at tsunami-flow til hugaheim.
Toran slær í kranium, úr kaosinum vit buldra meir.
Morgunball í restunum, apostlarnir í hettunum,
Eldvatn í hondunum, tá vit sleppa konsikvensunum.
Dómur fall, klokkan slær í spot-light av ljóskast,
vápnaður við tanktop. Speakerphone broadcast,
live frá anarchy. Niðurfall hjá Rothschild,
hóttarnir frá Kim Jong Un, staddur í crossfire.

Eg rópi á mín undirgang, spaseri gjøgnum afterschok á tippitos
Lyfti tol og lati hann reagera, drepa frá fyrstu sjón
Stingi mót, butterfly til hálsin – eingin Breckmann
Fór inn at turna planina, Bilderberg rópa steðga
“mæli runt og runt”, tungan blund
Eg lukti fupp frá servay
Nú Gud kom upp frá undirgrund við buldrinun til earthquake
Frá control freaks, vit strikast út sum cocain
Vónleys fakta, at tann fyrsti frystir sum coldcase

Dansa við deyðanum til dómadags tónar!
Syngið við bumbum, tá tær lýsa upp! (Tær lýsa upp!)
Sleppið dreymunum tá myrkursins-mugur rópar
byrjan uppá endan, úr kaos vit rísa upp!

Staddir millum warzones og mastri ljóð
Trampi flow, fyltir marsjerandi hoyr mítt lock ‘n load
Eg brast mítt tól, hi-def eygamál, kamakazi mót
Flashi blóð smykkur frá slavum, brúktar við jantelov
Nú tyrlurnar blenda, fólki tirrandi grenja
Patronir bindast og sendast runt til tær finna sín enda
Tað er einki skift til ein kendan og eingin Krist til tann frelsta
Tey royna at flýggja fyri lívinum, sum um tað nyttar at renna

Kom so og vitna tað síðsta,
fylg mær ígjøgnum kríggj og grát.
Skála við tárum til endabrest,
árið á bálið, tá vit skeinkja.
Line-dance leinkjur sum mind-trance,
keypa frælsi úr dós, og selja lív uttan price-tag.
Info-junkies fáa gullkorn ígjøgnum nálar-eygað.
5 krónu pupillir, bíligt vín, fylla sálarliga.
Endaball, pre-fix, 12 trin til gleði,
men 6 fót undir har, eg finni mína megi, kom !

Dansa við deyðanum til dómadags tónar!
Syngið við bumbum tá tær lýsa upp! (Tær lýsa upp!)
Sleppið dreymunum tá myrkursins-mugur rópar
byrjan uppá endan, úr kaos vit rísa upp!

FavoriteLoadingGoym tekstin