Eg undrandi standi og hugsi um kærleik tín

Orð og lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg undrandi standi og hugsi um kærleik tín,
áh, Jesus, at tú vendi hjarta títt so til mín!
Eg minnist, at bert fyri meg tú krossfestur vart,
at fyri meg, syndara, pínur og kvøl tú bart.

Niðurlag:
Áh, tað var undurfult,
hann skuldi elska meg
og doyggja fyri meg,
ja, tað var undurfult,
undurfult fyri meg!

2. Áh, undur, hann gav sína dýrd, gav upp ríki sítt,
at loysa eitt hjarta, so sjálvráðið, stolt sum mítt,
at kærleiki hans kundi røkka til slík sum meg,
at hann kundi siga: Hitt burtvilsta søki eg!

3. Eg hugsi um hendur hans, negldar á krossins træ –
áh, undur av kærleika! Skal eg væl gloyma tað!
Nei, nei, eg vil elska og takka og prísa her,
til eg við hans føtur skal tilbiðja einaferð!

FavoriteLoadingGoym tekstin