Undrast eg má, at mín sál er Gudi kær

Orð og lag: Hallgrim Miðberg

1. Undrast eg má, at mín sál er Gudi kær,
tó meir og meir eg grundi, eg kenni hetta svar;
hans kærleiki er høgur, ei skilja vit tað her,
hans kærleiki er djúpur, og falnum vón hann ber.

Niðurlag: Tað hjarta so kært, sum seg ei hevur spart,
hann ofraði seg fyri teg og fyri meg.
Eg kenni nú her hesa náði, sum ber
og meg varðar hvønn dag niðri her.

2. Sum vakrir tónar hans kærleiki mær er,
hann talar og meg dregur, so óttin burtur fer.
Hans kærleiki sum keldan er fyri tysta sál,
úr hesi kærleikskeldu tú fylla kanst títt mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin