Undurfull Jesu náði var

Orð: W.J. Stuart
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Undurfull Jesu náði var;
undurfult – mína synd hann bar!
Undurfull hvíld, mín sál har fær –
honum veri prís!

Niðurlag:
Undurfult navn títt er, Jesus,
undurfult navn títt er, Jesus!
Tú ert mín frelsa og friður,
æra veri tær!

2. Undurfult nær hann vísir seg,
undurfult greiðir hann mín veg;
undurfull rødd hans fyri meg –
honum veri prís!

3. Undurfult hjálpir hann í neyð;
undurfull frelsan, hann mær beyð,
undurfull troyst í lív og deyð –
honum veri prís!

4. Undurfult er tað ljós, eg fann,
undurfult frælsið, hann mær vann,
undurfult er at kenna hann –
honum veri prís!

FavoriteLoadingGoym tekstin