Undurfulla frelsu fann eg

Lag: Francis A. Blackmer
Týtt: Victor Danielsen

1. Undurfulla frelsu fann eg,
frelsu fría, æviga,
tá mítt hjarta kom at kenna
Jesus sum mín Frelsara.

Niðurlag: Nær hann er mær allar dagar,
ríka náði hans er nær;
og tá mest eg til hann treingi,
stendur trúgvast hann við mær.

2. Byrðar, sum eg ei kann bera,
við hans fót eg leggja kann;
kraft til stríð og hjálp í royndum
gjøgnum bøn eg altíð fann.

3. Trygg er sál mín í hans hondum,
hann mær heldur ævigt fast;
friður mín sum flóðin stígur,
náðipaktin aldri brast.

4. Prís tær veri! Tú meg frelsir,
hvønn dag styrki fái eg;
dýri Frelsari! Eg ynski
tæna tær og elska teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin