Undurfullur ert Tú, o, Jesus

Orð og lag: Torvid Pedersen
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í 2003.

1. Undurfullur ert Tú, o, Jesus,
tonk, at eg kann koma til Tín;
náði yvir náði, o, Jesus,
Himmalin í ævir er mín.
Alt gerst trygt og gott, tá Tú tekur
meg at Tínum hjarta nær,
sælu, frið og lukku eg eigi,
Jesus, Tú ert lívið hjá mær.

2. Altíð ert Tú trúfastur Jesus,
altíð kann eg líta á Teg;
ongantíð Tú sveik, tá ið á stóð,
vaktarmaður á mínum veg.
Alt, Tú veitst, mær tørvar, Tú gevur,
einki er ov smátt hjá Tær;
tí við frímóði eg Teg biði:
Gev mær meir, o, Jesus, av Tær.

3. Gerist eg á vegnum fyrilagstur,
ongantíð langt burtur Tú ert.
Skjótt eg nái Himmalsins dýrd, har
bústað mær tilreiðar Tú gert.
Á, hvør gott at verða har heima,
hvíla út skal sál mín glað;
prísandi eg syngi dýrdarsangin
fyri Lambsins trónu hin dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin