Undurfult eg frelstur varð og bíbilskt doyptur við

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Undurfult eg frelstur varð og bíbilskt doyptur við,
livi frítt í Kána’ans landi, njóti har Guðs frið;
stevni fram frá Esjkols dali upp á Tabors tind,
prísi Guði, tí Hann loysti meg frá míni synd.

Niðurlag: Halleluja, halleluja, Jesus fekk til vin,
Andin leiðir meg á veg til sjálvan Himmalin;
yvirflóð av gleði fyllir hjartað hvørja stund,
sigur vísan eigi eg á Orðsins tryggu grund.

2. Opinberingstjaldið fylgdi mær til Kána’ans land,
har mær Harrin reiðir borð, har loyst er hvørt eitt band;
styrkir meg við drúvum, fái hunang, mjólk og vín,
av Guðs náði arvur Lyftislandsins nú er mín!

3. Í mær sjálvum einki eri eg, eg veit tað vist,
men eg havi sett mítt álit fult á Jesus Krist.
Við teim glaðu dansi eg og Navn Hans lyfti hátt,
av Hans keldum drekki eg mær undurfullan mátt!

4. Harrin hinum troytta gevur kraft til hvønn ein dag,
birt í mínum brósti varð eitt Andans lovsangslag!
Fylt mín munn við látri hevur Hann, ja, tað er vist,
stevni fram við sangi, havi dustið av mær rist!

FavoriteLoadingGoym tekstin