Undurfult er navnið, sum Jesus ber

Orð: James Rowe og P.J. Sondervan
Lag: M.L. Yandell
Týtt: Páll á Lakjuni
Upprunaheiti: Wonderful is Jesus

1. Undurfult er navnið, sum Jesus ber,
undurfult at prísa tí navni er.
Undurfult at eiga tann vinin her,
hann, sum er við mær á ferð.

Niðurlag: Ja, við á ferðini er Jesus,
hann so undurfullur er,
undurfullur er,
undurfullur er!
Leiðir okkum – glað vit eru –
syngja gleðisong.
Harrin Jesus gjørdi okkum frí,
ja, frí um allar ævir.
Undurfulla frelsu Jesus býður tær í dag,
býður tær í dag,
býður tær í dag,
undurfult er navnið, sum meg leiðir dag um dag,
undurfult, undurfult. Undurfullur er hann mær.

2. Undurfulli Jesus, sum koma skal!
Tilbiðjan og tøkk fram vit bera sæl:
„Lambið verdigt er – alt í ævir væl“,
syngur skari uttan tal.

FavoriteLoadingGoym tekstin