Undurfult ljós á mínum veg

Orð: Bernard Barton
Lag: Edwin Othello Excell
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: The Bible

1. Undurfult ljós á mínum veg,
hvar enn mín fótur steig.
Himmalska kelda leskandi,
sum rann á míni leið.

Niðurlag: Undurfult ljós,
sum gerst størri hvønn dag,
leiðir meg heim
til hin himmalska stað.

2. Livandi breyð, sum mettar meg
sum manna Himli frá.
Leiðari mín, sum upp um skýggj
hvønn dag meg letur sjá.

3. Harri, meg lær at skilja rætt
tann vísdóm, sum her er,
einfalt at trúgva tíni rødd,
sum barnahjarta ger.

FavoriteLoadingGoym tekstin