Unga hjarta

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

Unga hjarta mítt vanst Tú, á, Harri,
tá Tín vakurleika fyrst eg sá.
Men eg mangan havi skoðað nærri
Tín dýru útsjónd síðan tá.
Milt Títt eygnabrá og fylt av yndi,
andlit Títt av kærleika er merkt,
eym Tín rødd, Títt hjartalag og lyndi,
yndisligur allur sum Tú ert.
Unga hjarta mítt vanst Tú, á, Harri,
:/: Jesus, Tú av tíggju túsund bert! :/:

Hjarta, fest í trúgv títt eyga á Hann,
skoða tign og guddómleika Hans.
Gævi tú í fullum ljóma sá Hann,
sá Hans fagurleika, dýrd og glans.
Øll Hans vera angar søt av friði,
fótafet Hans anda lív og troyst.
Men tú minnist alt Hann hevur liðið,
Sarons rósa fyri teg varð kroyst.
Hjarta, kanst tú annað tá enn elska
:/: Hann, sum teg við blóði hevur loyst! :/:

FavoriteLoadingGoym tekstin