Ungdómsins Harri, hoyr, vit á teg heita

Orð: Olfert Richard
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Ungdómsins Harri, hoyr, vit á teg heita:
leita upp tey, sum sjálv ei vilja leita,
vilst burt av heimsins leiki, larmi, pínu,
eru tó tíni!

2. Og tá tú hoyrir sálarsuffið stilla,
sært, at teim leingist burtur frá tí illa,
lær tey tá glað í bøn frá fold at fara
upp í Guðs skara!

3. Vís teimum teg, so eygu teirra lýsa,
gev teimum kraft til vilja tín’ at hýsa,
veit teimum anda, so tey sigur fáa
yvir tí lága!

FavoriteLoadingGoym tekstin