Unglingar, sum fylkjast her

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Kvæðalag (Leggið nýggjar árar út)

Unglingar, sum fylkjast her,
minnist væl hará:
Tvinnar eru gøturnar,
onnur víkur frá.
Búgvið tykkum tí so væl
vegna fosturlands frama til at standa í stríði,
berið reinan skjøldin og æruna ta fríðu,
búgvið tykkum tí so væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin