Ungmannasangur

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Brátt lýsir í eystri

1. Vit livdu í ótta, tí leingi var so,
at ei funnu skjól vit í neyð,
og okkara søga ber sárastu boð,
at ofta var lívsvón sum deyð.
Vit ræddust hvønn vanda, várt dirvi var veikt.
Tó nú flýgur ørn yvir heyg.

2. Og nú er tað so, at hin óttin, ið stjól
várt dirvi á myrkastu nátt
og setti seg tryggan í hásætisstól
og voldi, vit fullu í fátt,
hann verður at týnast og hvørva av breyt.
Vit reka tann gest út um gátt.

3. Tí fylkingin mennist, og merkið er frítt,
og nú hoyrist treystari lag.
Tað havgirda landið, ið mítt er og títt,
skal liva sín fagrasta dag.
Við ljóðandi lúðrum í ljómandi sól
stevnir ungmannaliðið av stað.

4. Tað angar av vári og grør um tín fót,
tað lýsir av vilja og vón.
Nú ríða vit reystliga risunum mót’,
sum ráða teim londum í nón. –
Nú tváast av andliti roykstovusót,
og nú setast stórverk á stovn.

5. Tað dunar í hamri, tað svarar í skor
so manandi, eggjandi reyst:
Mest ræður um framferð og minni um orð,
nú ræður at tola ein brest.
Tú ríði hvørt fjøtrandi stongsil í sor
og saðli tín gæsandi hest.

6. So haldi tú fram og so herji tú á,
legg knørrin við knarrarborð,
og víkur so onkur merkinum frá,
hann sendi tú niður og norð.
Eins væl bregda brand tín, og Sigmundur brá,
tá Búa hond reyk fyri borð.

7. Vit livdu í ótta, várt dirvi var veikt,
tó nú flýgur ørn yvir heyg,
og rodnað er andlit, ið áður var bleikt
av máttloysiskulda og neyð.
Ein javndøgursstormur fer fram yvir lond,
og sól rísur glógvandi reyð. –

8. Við sameindum huga so haldum vær leið
í gleði av gyltari sól.
Og sigli nú fram yvir høvini skeið,
og prýði vár hásætisstól.
Og skrivi tú søguna, unglingafjøld,
til tess var tað, landið teg ól.