Upp, hvør ein sál á foldum her

Hans Adolph BrorsonHenrik RungVictor Danielsen
Orð: Hans Adolph Brorson
Lag: Henrik Rung
Týtt: Victor Danielsen

1. Upp, hvør ein sál á foldum her,
um kærleik Guds at hoyra,
sum lívsins orðið sálum ber,
sum letur upp várt oyra:
At hvør ein armur syndari
kann fáa lut í náðini,
ja, ævigt lív og gleði!

2. Hitt orð um náði Guds, sum beyð
sín frið til sálir móðar,
hitt orð um Jesu blóð og deyð,
so sterkt og dýrdligt ljóðar,
at tað av deyða vekur tann,
sum ei sær sjálvum bjarga kann,
um hann í trúgv tí fagnar.

3. Tað skínur inn í hjartans nátt,
so har av degi lýsir,
og Jesus, Frelsaran, tað brátt
tí rædda sinni vísir;
tá lívið ævigt sálin fær,
tá reisist alt, ið fallið var,
og syndavald má dvína.

4. Lat tí, tú stóri, mildi Gud,
títt orð við mátti ljóða,
at mangar sálir fáa lut
í tínum ríki góða,
at armir syndarar, sum nú
í myrkri ganga, sanna, tú
teir elskar og teir frelsir!

FavoriteLoadingGoym tekstin