Upp, mín sál, tín Gud teg leiðir

Orð: John Nelson Darby
Lag: Elevine Heede
Týtt: Victor Danielsen

1. Upp, mín sál, tín Gud teg leiðir,
einki vald kann forða tær!
Hygg bert upp, hann vegin greiðir,
fram við fríum móti far!
Vil teg oyðimørkin brenna,
og er sál tín veik og móð,
hygg tá upp, og tú skalt kenna,
lívsins kelda flýtur góð!

2. Lat bert ótta, iva fara,
hugsa um tíns Faðirs makt!
Hann vil teg á vegnum varða,
leiða, sum hann hevur sagt.
Gud teg allar ævir føðir
og á faðirarmi ber;
undir trælakoyrli bløðir
tú ei, tí tú fríur er.

3. Og tá skjótt teg frelsarhondin
leiðir í Guds ríki inn,
áh, hvør frí og glað er ondin,
áh, tann hvíld í sál og sinn!
Tá tú sært tað, trúð tú hevur,
vælkend Jesu rødd er tær;
her hann ljós og frið tær gevur,
hvílu við sítt hjarta har.

FavoriteLoadingGoym tekstin