Upp móti himli leitar mín andi

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Upp móti himli leitar mín andi,
upp til mín Faðir, sum kennir mín veg.
Tí at í hesum skugganna landi
ofta eg fremmandan kenna kann meg.
Heimurin kann hin kristna ei fata,
trilvandi fram ganga kvinnur og menn.
Náði tað er, at eg havi sæð tað
ljósið, sum dult fyri mongum er enn.

2. Gleðast eg kann í Frelsara mínum,
mangan tó undrist á hansara leið.
Hjarta kann nøtra, óttast í stríðnum,
men eitt eg veit, at hann sleppir mær ei.
Signað tað er, tá Andi Guds blæsur
lív í tann lovsang, ið Harrin mær gav.
Tónar, ið fáa rúmari ræsur
heima frá Gudi, tá stríðið er av.

3. Jesus, tín hond ei sleppa mær letur,
styðjar meg, tá ið eg falli í fátt,
Orð títt meg leiðir, kósina setur,
mennir meg, gevur mær megi og mátt.
Verk títt í lívi mínum tú fremur,
gevur mær kraft til hvønn komandi dag,
til tú í skýnum brádliga kemur,
heintar meg heim til hin himmalska stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin