Upp nú til arbeiðis, dagurin líður

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Fast stóð í fonnum

1. Upp nú til arbeiðis, dagurin líður!
Náttin verður nóg long til hvíld og til frið.
Tapa vit ofta, vit vinna umsíðir,
um vit standa trúfastir lið móti lið.
Ikki til skýggja og ikki til fót,
fram móti málinum eygað skal venda;
so harðan ein vilja sum blágrýtisgrót,
tað gevur sigrandi enda!

2. Langt er til málið, men longur vit vinna,
bara vit ei gevast á hálvari leið.
Óætlað er, hvat vit kunnu útinna,
siga vit til mótloysi nei eftir nei.
Mótleysur aldri bar sigurin heim,
mót tørvast altíð tí manni, ið stríðir.
Enn halda molddrekar at okkum gleim,
skulu tó tapa umsíðir.

3. Bít saman tenn og knýt nevarnar fastar,
forðandi meitilberg knúsa og sprong!
Eir ikki kreftir, tú veit, at tað hastar –
dagurin er stuttur, og náttin er long.
Ógvast tær stundum í harðasta stríð’,
gevur tann tankin tær tvífalda styrki:
Søtasta hvíldin mót lívskvøldartíð
vinnist av vælgjørdum yrki!

FavoriteLoadingGoym tekstin