Upp, túsund ára tjóð

Matthías JochumssonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Matthías Jochumsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Leysliga týddur og lagaður Føroyum í 1998.

Upp, túsund ára tjóð
við túsund radda ljóð.
Upp alt, sum er og rørist,
og alt, sum livir, nørist.
Slá hørpu Guds við gleimi
øll høv í hesum heimi.

Skín sól á summarfjøll,
tú signi vatn og vøll,
bjart gylli víkir, vágir
og hagi, ong og áir,
ger fjøll til krystall kirkju
og kór úr bergsins virki.

Krúp lágt, tú lítla tjóð,
við lívsins náðarflóð.
Tú Gudi eigur gjalda,
ið æviga skal valda,
alt lánsfæ lívsins stunda
við rentu túsund punda.

Upp, upp, tú Føroya tjóð
heitt er títt hjartablóð.
Við Guds sól skírd er foldin,
øll sekt í miskunn goldin.
Lær oss tí, Gud, at liva,
rek vantrúgv burt og iva.

Kom, Jesu Kristi trúgv,
fest tú í okkum búgv,
kom, sterki kærleiks kraftur,
tú kveiki dáð vár aftur.
Ein trúgv, eitt ljós, ein andi
í einum fosturlandi.

Gud faðir, tú várt lív,
tú Føroyum ævigt blív,
í tær vit eru, rørast,
og av tær liva, nørast.
Tú telur minsta tárið
og hvørt eitt foldarárið.

FavoriteLoadingGoym tekstin