Upp úr blundi, Guds fólk, síggið dagur er nær

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

1. Upp úr blundi, Guds fólk, síggið dagur er nær,
berið lovoffur fram nú til Gud,
gloymið ei, at av kærleika einans tað var,
at hann gav okkum son sín í lut.
Skýggini skiljast, og dagslýsið mennist,
menniskjasonurin kemur nú brátt,
um tú á foldum við Frelsaran kennist,
tekur hann teg til sítt æviga slott.

2. Sjálvt um eygað er svøvnligt, og høvdið er tungt,
hygg tó upp til Guds æviga stað,
er enn likamið gamalt – tað verður sum ungt,
um tú væntar hin æviga dag.
Upp við tí frelsta, tí leyskeypta skara
– saman við teimum, sum fóru í mold –
skulu til Kristus í skýnum vit fara
av hesi mangan so nívandi fold.

3. Virka tí, Harrans fólk, tala, vitna og bið,
lat øll hoyra hitt lívgandi orð,
so at mong kunnu hava hin æviga frið,
tá ið heimurin her fer í sor.
Tá við teim frelstu í ævir vit syngja:
„Vert, vert er Lambið til heiður at fá!“
Tá skal ei byrða, ei sorg okkum tyngja.
Lat okkum íðin tí virka til tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin