Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti

Jógvan við Keldu
Orð: Árni Jacobsen
Lag: Jógvan við Keldu

1. Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti,
og sum á hválvið ljós og myrkur festi,
tú yvir øllum skapningum og skaparverki metti,
at neyðugt var við onkrum, sum til varðveiting tú setti.
Sum skaparverksins krúnu tú tá skapti eina menniskju.

2. Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti,
sást, ei var gott, at maðurin var eina.
Og av hans egna holdi tá tú kvinnu honum gjørdi
at veita honum hjálp og ráð, og saman tú tey førdi.
Og eftir tínum vísa ráði bæði skulu vera eitt.

3. Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti,
ert enn tann sami, sum tú vart í forðum.
Við kærleika tú bindur tvey, so eitt tey kunnu vera,
tú leiðir, og tú signar tey og gjøgnum alt vilt bera
og framvegis vilt gera tað og fylgja teimum hvørt eitt stig.

FavoriteLoadingGoym tekstin