Upphavsins heim svarta syndnáttin fjaldi

Orð: Sigurd Berghamar
Lag: Øssur Berghamar

1. Upphavsins heim svarta syndnáttin fjaldi,
dapurt og oyðið um høv og um lond.
:,: Brádliga ljósið um alheimin spældi
– har var hin himmalska hond. :,:

2. Hjún vórðu sett í hin blómandi garðin.
Teskandi hoyrdist hin røddin so vánd.
:,: Fallið var komið, og dýrdin var farin
– sveik ei hin himmalska hond. :,:

3. Arvaði ættin so syndina svørtu,
bannað av Gudi var likam og ond.
:,: Bøtti tó blóð fyri iðrandi hjørtu
– bjargandi himmalska hond. :,:

4. Frelsarin kom, hann, sum synd kundi gjalda,
loysa við blóði tey fjøtrandi bond,
:,: prógvaði lyfti frá fyrndum at halda
– trúfasta himmalska hond. :,:

5. Aftur skal koma hin Frelsarin mæti,
børn síni flyta til Himmalsins strond,
:,: vælkomin saman í dýrdligum sæti
býður hin himmalska hond. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin