Eg uppreisnin og lívið eri

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 9. september 2008.

“Eg uppreisnin og lívið eri.”
So ljóða Jesu lyftisorð.
Tey her til troystar okkum verði,
sum kenna deyðans beisku kor.
Tí ein og hvør, ið trýr á hann,
skal liva, um hann doyggja man.

Og tann, sum trýr og lívið hevur,
hann ei um ævir doyggja skal,
tí Jesus sigur greitt: hann svevur,
hann goymdur er hjá Gudi væl.
Guds sonar rødd úr svøvni glað
tey reisa upp skal evsta dag.*

Ei deyvt er mansins deyða oyra,
tann stundin alsamt nærkast her,
at Harrans rødd tey deyðu hoyra
og livna upp í nýggju verð,
har horvin eru jørð og hav,
og deyðin er um ævir av.

Gud, hjálpi okkum tí at vaka
og stríða trúarinnar stríð,
til Faðir tú vilt heim oss taka
í hvíta skaran – frelst og frí.
Har brúður Krists skal syngja sæl
um lambið, sum alt gjørdi væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin