Uppsangurin

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Hví elska vit at hata tey vit elska allarmest
hví er muran sum hon er hjá mær og fólki flest
hví hevja vit og høgga vit við svørði sum er hvast
ongin rundan um meg veit tey tosa um leyst og fast

Hví kunna vit hvønn annan um hvønn annan títt og knapt
hví frøast einamest tá onkur hevur slagið tapt
hví fylkjast um tað falna er vár allarstørsta dygt
ikki veit eg men eg veit so verður onki bygt

Hví køvist allur hugurin sum sjálvsagt enn er til
hví sleppur ikki tann framat sum fremja nakað vil
hví flýddu so nógv fólk úr hesum landi sig mær tað
var tað tí at tey ei høvdu tol til hendan stað

Hví duga vit og vita alt men gera ikki meir
hví øvunda tí javnlíka sum stríðist fyri fleir
hví traðka vit á spírarnar og skrykkja upp úr mold
eg spyrji bara tí mær tykir misgerð verður told

Fólk á smáum plássum hugsa mangan alt ov smátt
tey skræða seg um slag og halda onnur fyr spott
tey teska og tey tutla um alt tað tey hava sæð
og síggja ikki at tey onki annað fáa í lag

Hví elska vit at hata tey vit elska allarmest
hví er muran sum hon er hjá mær og fólki flest
hví hevja vit og høgga vit við svørði sum er hvast
ongin rundan um meg veit tey tosa um leyst og fast

FavoriteLoadingGoym tekstin