Úr bygdini kom kananeisk kvinna

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 24. juli 2007.

Úr bygdini kom kananeisk kvinna
hart rópandi í síni stóru neyð,
hon vildi nú so fegin Jesus finna,
ið grøðir sjúk og vekja upp kann deyð.

“Tú Dávids sonur, sýn mær miskunn tína,
tí dóttir mín er sera illa stødd
av illum andum, sum so hana pína.”
Hon bønaði, hon mátti verða grødd.

“Hjálp mær, o Harri!” fell hon tá til kníggja,
– ein móðir stríddi bønarstríðið hart,
í áhaldni og trúgv hon fekk at síggja,
at grøtt varð hennar gentubarn so kært.

“Stór er tín trúgv!” so Jesus henni segði,
“og verði tær tí kvinna, sum tú vilt!”
Hon sína leið til Jesus Kristus legði,
og hennar bønarstríð var ikki spilt.

Vit trúgva, at tú børnum tínum gevur
bert tað, ið altíð tænir teimum best.
Er ókendur enn vilji tín og vegur,
so er tað títt, ið gagnar okkum mest.

Lær oss tí, Gud, í bøn til tín at leita
við øllum, sum her tyngir lívsins leið.
Tøkk, at vit altíð kunnu á teg heita,
trúfasti faðir, sum oss svíkur ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin