Úr dýpinum

Knút Háberg EystursteinPetur Pólson
Orð: Knút Háberg Eysturstein
Lag: Knút Háberg Eysturstein / Petur Pólson

í nátt er myrkrið endað
í nátt er ljósið tendrað

í nátt hava einglarnir svikið
í nátt er trúgvin følnað

í nátt er hjartað í neyð
í nátt er hjartað í neyð

alheimsins einglar svíkja

mínir einglar hava svikið
meg í nátt: lekandi æðrar
dryppa sítt vilsta blóð á
mínar innastu veggir
sieg heil og sæl úr
svartastu loyndum inn í
logandi morgun og sel
tína sál meðan tú
køvir tíni bál við
ræðsluni, við ræðsluni
við ræðsluni fyri at
lygnin er sonn
lygnin er sonn av sonnum
tá míni múrar rapa
og lívsneistin seyrar
úr øllum lutum standi
eg nakin og duldur
í náttini og bíði

í nátt er hjartað í neyð
í nátt er hjartað í neyð
í nátt er hjartað í neyð
í nátt er hjartað í neyð

FavoriteLoadingGoym tekstin