Úr dýrdsveipta Himli, frá Faðirs síns hond

Orð: Halldór Olafsson
Lag: Dánjal Dánjalsson

1. Úr dýrdsveipta Himli, frá Faðirs síns hond,
Jesus, mín Frelsari, steig
í mannalíki til synddapran dal
og krossdeyðan fyri meg leið.

Niðurlag:
Kann eg annað enn elska hann,
hann, sum meg elskaði fyrst!
Loystur úr synd eg friðin fann,
lívgað er sálin so tyst.

2. Í undran og ærufrykt siga má eg:
Hvat var tað, higar hann dró
at loysa syndara, arman sum meg,
og tváa meg reinan sum snjó!

3. Áh, friðleysa sál, er títt vónloysi stórt,
frelsa hann vil – áh, gev ans –
hans róp á krossi, so hart – hoyr: Fullgjørt!
Tak nú móti kærleika hans!

FavoriteLoadingGoym tekstin