Úr eystri og vestri brátt

Evangeline Booth
Orð: Amanda Sandbergh
Lag: Evangeline Booth
Týtt: Jonhard D. Jacobsen og Flóvin Tyril
Upprunaheiti: They come from the easy and west / De kommer från öst och väst

1. Úr eystri og vestri brátt,
úr suðri og norðri við,
tey sessast so mong við Jesusar borð
og ognast um ævir frið.
Tey skoða hans yndisbrá
og mettast við sælu tá,
syngja fagran takkarsong
til Jesus, Dýrdarkong.

Niðurlag: Av havinum koma tey,
úr kvølfullum gøtum við.
Av fjalli og hædd, úr dali og lægd
tey koma – eitt ótalt lið,
at klæðast í brúðarskreyt,
sín brúðgóm so vakran sjá,
hann, ið deyðans veldi breyt
og vann tey foldum frá.

2. Har savnast eitt fjølment lið,
sum loyst er úr heimsins trongd.
Ei longur er synd, ei longur er neyð,
og sorgin er útistongd.
Hitt fyrra er horvið burt,
nú glitrar alt reint og dýrt.
Gleðisongur ljómar hátt,
har er ei suff, ei nátt.

3. Hygg Himmalsins perlugrind,
hon víðopin stendur tær,
og tilgjørt er pláss tær dýrdini í,
ja, Jesus tær býður har.
Tey heimfarnu bíða glað
til fundin hin stóra dag,
hørpusláttur einglum frá
teim frelstu fagnar tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin