Úr fylginum ein seyður mundi fara

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um jóansøkumundið 2007.

Úr fylginum ein seyður mundi fara,
men góði hirðin vildi ei seg spara,
í bjarglendi og brøttu skor so gjarna
hann leitaði og fann hin burtur farna.

Ein kona misti dýru drakmu sína,
hon kveikir ljós, so myrkrið skuldi dvína,
og sópar húsið, leitar – syrgin kvinna,
inntil hon drakmu sína kundi finna.

Stór gleðistund hjá teimum upp var runnin,
tá seyðurin og drakman vóru funnin,
at samgleðast tey buðu vinarskara
til gleði, sum um ævir við skal vara.

Í himni meiri enn skal verða gleði
hjá einglum Guds á mikla frelsudegi,
tá syndari sær heim vil aftur leita,
so Jesus honum frelsu, frið kann veita.

Tú, Kristus, komst í henda heimin karga,
tí okkum syndarum tú vildi bjarga.
Gud, gævi, at tú finnur meg og míni,
ja, alt títt fólk í frelsuætlan tíni!

FavoriteLoadingGoym tekstin