Úr Guds orði skyggir fram ljós sum stjørna bjørt

Orð: John H. Yates
Lag: Lewis E. Jones
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: The old book stands

1. Úr Guds orði skyggir fram ljós sum stjørna bjørt
yvir lívsins myrka hav,
vísir leiðina gjøgnum storm og skýggj so svørt,
til ta havn, Gud okkum gav.

Niðurlag: Tað stendur fast,
Guds orð, so hvast,
klettafast er, um alt annað brast.
Bróta bylgjur hátt,
harðnar stormur brátt,
orðið, tað stendur fast.

2. Í Guds bók hvørt lyfti er meira vert enn gull,
enn hvør djúphavsperla bjørt.
Opinberað har er Guds frelsuætlan full,
tað, sum Jesus hevur gjørt.

3. Í tí dýru bók er hin gamla søga søgd
um Guds stóra kærleika,
greitt frá landinum, har øll eru glað og nøgd –
har í Zions dýrdleika.

4. Latið okkum tí akta Harrans orð so væl,
fylgja trúgv tess ráðum her.
Tá alt stríð er av, Kristi brúður, loyst og sæl,
inn um perluportrið fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin