Úr Himli til jarðar í fornari tíð

Orð: Judson W. Van DeVenter
Lag 1: Judson W. Van DeVenter
Lag 2: Hans Hergarð Mortensen
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The heart that was broken for me

1. Úr Himli til jarðar í fornari tíð
kom Jesus við boðum um frið,
men heimurin vildi ei kennast við hann,
ei virdi tey boð, hann kom við.

Niðurlag: Við tornum tey krýndu hans sakleysa høvd,
og á krossin tey negldu hann fast,
og hans elskandi hjarta, tað píndist hin dag,
hitt hjartað, sum fyri meg brast.

2. Til síni hann kom – tey, sum hann hevði kær,
tann seyð, ið av leið vilstur var.
Tey hoyrdu hann ei, tey bert vanvirdu hann
og róku hann burtur frá sær.

3. Hvør fuglur, hann hevur sítt reiður á fold,
hvør revur sær holu her fær;
men Frelsarin sjálvur fekk ikki ein blett,
har hann kundi hvíld finna sær.

4. Eg kann ikki vanvirða Frelsaran meir,
sum á krossinum ofraði seg.
Við fót hans eg leggi meg við míni synd,
og blóð hans frá synd reinsar meg.

Niðurlag: Við síðu hans nú eg vil fylgjast á fold,
til í eystri skjótt morgunin sæst.
Einans hann gevur frið, við hans hjarta er hvíld,
hitt hjarta, sum fyri meg brast.

FavoriteLoadingGoym tekstin