Úr trøllamyrkri í morgunroða

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Vísulag (Vælkomnir, føroyingar)

1. Úr trøllamyrkri í morgunroða
skal tjóðin bróta sær rás og veg
og sólarrisið á tindum skoða
og kenna land sítt og sjálva seg.
Um fáment tú í tali ert,
á stongum tó tú merkið bert.

2. Og heldur fram tú í sonnum hugi
og merkið setir, hvar markið var,
tú tá skalt mennast í sama dugi
sum teir, ið fyrst vardu henda garð.
Frítt flaggi merkið undir ský
á førum og í bygd og bý.

3. Vit vilja vernd um várt merki standa,
um stundin enn verður beisk og trong,
og ynskja okkum ein megnaranda
at evna boga og tvinna strong.
Tí tann, sum verjir hesa gátt,
má eiga vápn og vígdan mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin