Urtagarðsrósan

Orð: Johan í Høgeil
Lag: Blue side og lonesome

1. Mær untist tað fagrastu rósu,
í urtagarðinum stóð.
So bjørt móti sóljum og liljum.
So roðandi reyð sum ein glóð.

2. Hon bergtók við yndi mítt hjarta
og veitti mær gleði og gleim.
Hon vermdi sum sólin mítt sinni.
Tá ofta eg troyttur kom heim.

3. Eg aftur av langferð var komin.
So sára mær longdist tað kvøld.
Tá sakk eg í myrkastu niðu.
Mín rósa var følnað og køld.

4. Mær følnaði alt her á foldum.
Eg siti við útkaldan eim.
Goym harri mær rósuna vonu.
Til eg eisini komi heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin