Út á havið

Robert McBirnie
Orð: Robert McBirnie
Lag: Gylfi Ægisson

Út á havið halda enn
glaðir, kátir fiskimenn.
Landið brátt úr eygsjón fer,
bert fjallatindar enn tú sær.
Tá vit koma út á mið,
fer trolið út, gev ongum grið.
Ja, altíð hendir okkurt tá
ið skiparin í loddið má,
ja, altíð hendir okkurt tá,
tá fiskur er at fá.

Hetta gjørdist valakast:
vit nærum fingu fulla last
blóðga, kryvja, eingin friður
meðan summir ísa niður,
summir ísa niður allir stríðast og strevast.
Allir bróta vakt um vakt
og tað er ikki ov nógv sagt,
at hóast hetta hundalív
og longsil heim til børn og vív,
so lempa teir framvegis ís,
teir ei nevna fiskaprís.

Ja, hetta ljóðar kanska hart,
men hvat so tá vit draga svart?
Tá hýrur ringur er umborð,
tó eingin talar vandaorð
um høgu menn, ið seta prís
á upsa, tosk, sjálvt kalvalýs,
og summir kvotur, aðrir bann,
og hugsa ei um hann, sum kann.
Um tú væl við honum fer
hann her liviligt tað ger.

Treytin hon er uttan roks,
at fiskurin er fyrsta floks,
tá prísurin hann hækkar,
meðan arbeiðstímar fækka,
landsstýrið tað takkar,
skatturin hann lækkar.
Men tíð er ikki her umborð
at hugsa um hesi føgru orð.
Um dekkið fult av fiski er,
tá koyggjan fremst í huga er –
tá veiðan øll er komin inn,
teir troyttir tørna inn.

Havið okkar’ lagna er,
tað er lívið, okkar’ verð.
Landið brátt úr eygsjón fer,
bert fjallatindar enn tú sær.
Tá vit koma út á mið,
fer trolið út, gev ongum grið
ja, altíð hendir okkurt tá
ið skiparin í loddið má
ja, altíð hendir okkurt tá,
tá fiskur er at fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin