Út frá Guds trónu ár eftir ár

Orð og lag: Henry A. Tandberg
Týtt: Victor Danielsen

1. Út frá Guds trónu ár eftir ár
rennur ein kelda, undurfull, klár;
deyðans og skuggalandinum í
:,: flýtur í oyðimørk keldan so fríð. :,:

Niðurlag:
Andin og brúðrin siga: Kom!
Og tú, sum tystir, skunda tær, kom!
Livandi vatn fæst úr kelduni reinari –
ævigt frítt.

2. Og í hvørt sjúkt og syrgjandi sinn
leiðir hin keldan gleðina inn,
byrðina lættir, grøðir hvørt sár,
:,: sálini veitir Guds sólskin og vár. :,:

3. Hvussu so fátækt hjarta títt er,
og hvønn ein ófrið bróst títt enn ber,
lívskelduvatnið skapa kann brátt
:,: bjartasta sólskin úr myrkastu nátt. :,:

4. Ævigt hon rennur, lívskeldan rein,
men heimsins brunnar torna, hvør ein;
lívskelduvatnið altíð er til;
:,: lukkulig sálin, ið søkja tað vil! :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin