Út í myrka heimin gleðiboðið ber

Arvid Hansen
Orð og lag: Twila Paris
Týtt: Arvid Hansen
Upprunaheiti: Carry the light

1. Út í myrka heimin gleðiboðið ber,
tyngdar sálir troysta,
hvør ber teim boð?
Hvør ber teim boð,
at Jesus doyði fyri tær at frelsa?

Niðurlag: Boðini ber, boðini ber.
Boðini ber!
Børnum, vaksnum boða,
at Jesus elskar tey.
Boðini ber, boðini ber.
Boðini ber!
Gleðiboðið kunnger, til náttin liðin er,
í navni Jesu Krists
boðini ber!

2. Mannasálir mangar trælka undir synd,
deyðaangist bera.
Hvør ber teim boð?
Hvør ber teim boð,
at Jesus doyði fyri tær at loysa?

FavoriteLoadingGoym tekstin