Út loyst – áh, tann gleði at siga

Orð: Fanny Crosby
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Út loyst – áh, tann gleði at siga!
Út loyst gjøgnum Frelsarans blóð;
út loyst – áh, ein undurfull náði –
tann sál, sum fyrr langt burtur stóð!

Niðurlag:
Út loyst, út loyst!
Út loyst gjøgnum Frelsarans blóð!
Út loyst, út loyst –
tann sál, sum fyrr langt burtur stóð!

2. Út loyst og í Jesusi bjargað!
Ei orð kunnu fram bera tað;
hans kærleiki lýsir um okkum
og gleðir várt hjarta í dag.

3. Vit minnast vár elskaða Harra,
vár sál honum lovsong fram ber;
vit syngja, vit kunnu ei tiga,
hans kærleiki verdur tað er.

4. Vit vita, vit skulu hann skoða,
tann Harra, sum synd vára bar,
sum trúfastur her okkum verjir
og náðigur er okkum nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin