Út til Oljufjallið gongur

Orð: Levi Joensen
Lag: Thoro Harris, Lewi Pethrus

1. Út til Oljufjallið gongur
Jesus bivandi eitt kvøld.
Lærisveinar honum fylgja,
náttin er so myrk og køld.

Niðurlag:
Deyðans angist Jesus tærir,
syndin nívir Frelsaran,
hann, sum aldri hevði syndað –
nú Guds vreiði ráma man!

2. Inn í garðin Jesus gongur,
fellur skelvandi á knæ.
„Faðir, má eg steypið drekka?“
hann so eymkiliga bað.

3. Í Getsemane teir tóku
hann við svørðum, gøssum við.
Rygg hans teir við píski pløgdu! –
Eg fekk Himmalin og frið!

4. Høvur hans varð krýnt við tornum,
spott og stavsløg rámtu hann!
Síðan negldur fast til krossin –
sigurin hin stóra vann!

5. Myrkur fellur, jørðin skelvur –
hoyrist tá eitt signað ljóð:
„Fullgjørt!“ Harrin Jesus rópar –
loysigjaldið var hans blóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin